* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eg vóni, at Kina framvegis livir upp til sín part av handilsavtaluni, sigur Donald Trump.

Trump steðgar iva um handilsavtalu við Kina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vísti í einum tweeti fyrr í vikuni aftur, at handilsavtalan við Kina er slept. Tað vóru annars boðini frá fyrrverandi handilsráðgevanum í Hvítu Húsunum, Peter Navarro, har hann millum annað vísti á handfaringina hjá Kina av koronavirusinum.

 

Handilsráðgevin segði við Fox News, at umskiftið hendi, tá USA gjørdist varugt við koronavirusin, beint eftir at ein kinesisk sendinevnd var farin úr Washington eftir at hava skrivað undir fyrsta partin í handilsavtaluni hin 15. januar í ár.

 

“Tað var um tað mundið, tá tey longu høvdu sent hundraðtúsundtals menniskju til hetta landið fyri at spreiða virussin, og tað var bara minuttir eftir at flogfar teirra var farið á flog, at vit byrjaðu at hoyra um hesa farsóttina,” segði Navarro, sum sambært The Guardian er ein av ráðgevunum hjá Trump, sum finnist harðast at Kina.

 

“Tað er yvirstaðið,” segði Navarro.

 

Men stutt eftir tweetaði forsetin: “Handilsavtalan við Kina stendur við. Vónandi fara tey framhaldandið at liva upp til teirra part av avtaluni!”

 

Seinni segði Peter Navarro, at hansara viðmerkingar vórðu tiknar út úr einum samanhangi.

 

Kelda: The Guardian