* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldurin umborð á Scandinavian Star í 1990 kostaði 159 mannalív. Eldurin var ásettur.

Í einari loyniligari avhoyring, einari avhoyring, sum varð gjørd í trúnaði, viðgekk danski handilsmaðurin, Henrik Johansen, at hann samstarvaði við amerikanska reiðaríið, SeaEscape, um at gera sær dælt av donsku skattaskipanini umvegis eina størri ætlan við fleiri skipum, millum annað við Scandinavian Star. Tað skrivar Politiken.

 

Loyniliga avhoyringin frá 2016, sum Politiken hevur fingið innlit í, setur sambært teimum, sum komu frá vanlukkuni á lívi og feløgum við avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í ásetta eldinum í apríl í 1990, spurnartekin við, um onnur enn Henrik Johansen høvdu ábyrgdina av skipinum. 159 fólk doyðu í eldinum umborð, og eldurin var ásettur.

 

Henrik Johansen sigur í avhoyringini, sum danska løgverjan framdi í juni 2016 fyri norsku løgverjuna, at hann keypti ein “lidnan pakka” frá netverkinum handan SeaEscape, sum tók sær av keypi, fígging og rakstri av tveimum skipum, sum danski handilsmaðurin hevði útvegað aftaná brandvanlukkuna á Scandinavian Star.

 

- Tað er ófatiligt, at løgverjan fær slíkar upplýsingar undir avhoyrinum, uttan at brúka teir til nakað. Eg fari nú at venda mær bæði til danskar og norskar myndugleikar og vísa á, at hetta er avgerandi fyri reiðara- og eigaraviðurskiftini aftanfyri skipið, sigur Jan Harsem, sum er umboð fyri norska stuðulsbólkin.

 

Kelda: Politiken / Maritimedanmark