* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Trý av heimsins størstu skipum vitja Rotterdam

Rotterdam Havn, ið er tann størsta í Evropa, fær næstu vikurnar vitjan av trimum av heimsins størstu bingjuskipum, sum øll kunnu lasta meira enn 20.000 TEU. Fríggjadagin kom MOL Triumph til Rotterdam, og tað hátíðarhelt havnin við at gera eina video av komuni hjá risastóra skipinum.

MOL Triumph var fyrsta bingjuskipið, ið breyt 20.000 TEU-markið, við einum kapasiteti upp á 20.150 TEU, tá tað varð latið eigarunum 28. mars.

Men reiðaríið kundi bert gleða seg um at eiga metið í tvær vikur, áðrenn Maersk Madrid 11. apríl legði MOL Triumph aftur um seg við einum kapasiteti upp á 20.568 TEU.

Maersk Madrid kemur til Rotterdam á fyrsta sinni 10. juni.

Umleið 14 dagar seinni fær havnin so vitjan av OOCL Hong Kong, sum yvirtók fyrstaplássið frá Maersk Madrid sum størsta bingjuskipið mált í TEU. Eitt nýtt mark varð brotið við kapasitetinum umborð á OOCL Hong Kong upp á 21.100 TEU.

Her er vidoin hjá Rotterdam Havn av komuni hjá MOL Triumph.

Kelda: Rotterdam havn/maritimedanmark.dk