* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein nigeriskur hermaður og tveir sjórænarar eru deyðir í skotbardaga.

Ein hermaður úr Nigeria og tveir sjórænarar doyðu í gjár, hósdagin, tá sjórænarar lupu á eina herdeild í Nigeria-deltanum. Sjórænararnir sigldu í einum skjóttgangandi báti og skutu eftir hermonnum, sum stóðu á varðhaldi við eina vápnagoymslu hjá nigeriska herinum.

 

Hermenninir svaraðu aftur, og í skotbardaganum doyði ein hermaður og tveir sjórænarar. Eftir tað tóku sjórænararnir seg aftur uttan at hava fingið vápnini, teir ætlaðu sær.

 

Nigeriska stjórnin hevur seinastu tíðina tikið bardagan upp við sjórænarar, sum í fleiri ár hava herjað í Guineavíkini. Herurin hevur tikið í nýtslu herflogfør, skip og serútgjørd herlið undir heitinum “Deep Blue Project”.

 

95 prosent av sjófólkunum, sum vórðu rænd í fjør, vórðu rænd í Guineavíkini.

 

Nigeria er fíggjarliga og hernaðarliga sterkasta landið í økinum, men landið er eisini nógv fongt av korrupsjón.

 

Kelda: Maritimedanmark