* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leygardagin lupu sjórænarar tríggjar ferðir á skip í Guineavíkini. (Tilvildarliga vald mynd)

Trý sjórænaraálop aftrat í Guineavíkini

Leygardagin lupu sjórænarar tríggjar ferðir á skip í Guineavíkini. Tvey av álopunum endaðu við ráni, har fýra sjófólk vórðu burturflutt. Higarti í ár hava sjórænarar rænt 52 sjófólk í Guineavíkini.

 

Fyrsta sjórænaraálopið leygardagin varð framt á tangaskipið, Yoan Qui Hu. Tað var ein skjóttgangandi bátur, sum elti tangaskipið. Skipið setti ferðina upp, tá manningin varnaðist skjóttgangandi bátin og sendi út neyðarkall.

 

Maritimedanmark skrivar, at eitt herskip fra Kamerun var nærindis, og kom tangaskipinum til hjálpar. Tá álopsmenninir sóu herskipð, flýddu teir.

 

Næsta álopið varð framt móti farmaskipinum, Rio Mitong. Her gingu sjórænarar umborð, og tvey sjófólk, eitt úr Ukraina og eitt úr Russlandi, vórðu rænd. Tað eydnaðist restini av manningini at goyma seg umborð.

 

Seinasta álopið varð framt móti einum rannsóknarskipi úr Ekvadorguinea. Í hesum førinum eydnaðist tað eisini sjórænarum at burturflyta tvey sjófólk, tveir russarar.

 

Tað er bretska trygdarfelagið, Dryad Gloobal, sum hevur hesar upplýsingarnar.

 

Kelda: Maritime Danmark og Dryad Gloobal.