
Akkerskip hjá Maersk Supply Service við bryggju.
Trý skip hjá Maersk Supply Service skulu upphøggast
Maerask Supply Service upplýsir á Twitter, at reiðaríð hevur selt trý akkersskip, sum liggja svínabundin við bryggju í Fredericia, til Fornæs Ship Recycling í Grenaa.
Akkersskip, sum vórðu smíðað í hesi øldini, altso eftir 2000, eru longu seld til upphøggingar.
Tað snýr seg um Maersk Helper, sum varð smíðaður í 2002, og um Maersk Attender og Maersk Winner, sum bæði vórðu smíðað í 2003.
Sambært Maerske Supply Service verða tey trý skipini sleipað til Grenaa í nærmastu framtíð.
Kelda: Søfart