* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tryggingarfeløg vænta risastórar rokningar

Tryggingarvinnan kann rokna við at skula gjalda hundraðtals miljónir USD bert fyri góðsið, sum fór fyri skeytið undir eldsbrunanum á Maersk Honam. Hvussu stór endurgjøld, talan verður um, fæst ikki at vita, fyrrenn skipið einaferð er komið í havn og skaðin er gjørdur upp.

Hvussu stórt samlaða endurgjaldið verður, er ógreitt, tí nakrir av avskiparunum sannlíkt ikki hava trygging. Teir fara tí at fáa eina óhugaliga uppliving, tá teir skulu rinda eina munandi miðalupphædd, áðrenn teir kunnu fáa óskaddar bingjur frígivnar, tí Maersk Line hevur lýst ”general average”. 

Ein Maersk-talsmaður sigur við The Loadstar, at avgerð framvegis ikki er tikin til, hvørja havn brunaskadda Maersk Honam upp á 15.262 TEU skal togast til. Sambært AIS-signalum frá einum av bjargingarskipunum, verður tað framvegis gløðandi skipið nú togað í ein norðan ella landnyrðing, sum kundi bent á, at Mumbai er málið.

Havnarmyndugleikarnir skulu tó fyrst góðkenna, at skipið kann koma hagar, og bjargingarfeløgini skulu tí sannføra teir um, at bingjueldurin er fullkomiliga sløktur. Hetta kann taka fleiri dagar at fáa greiði á.

Tá eldur kom í tað 6.750 TEU stóra bingjuskipið MSC Flaminia í Atlantshavinum 14. juli 2013, gingu útivið tveir mánaðir, áðrenn ein týsk havn loksins gjørdi av at taka ímóti skipinum.

Sambært myndum frá indisku sjóverjuni eru hundraðtals bingjur í forskipinum á Maersk Honam oyðilagdir, meðan bingjur aftanfyri yvirbygningin á skipinum síggja út til at vera óskaddir.

Grundleggjandi konseptið fyri GA er, at øll tap, herundir bjargingar-, havna- og flutningsútreiðslur, verða býtt millum eigararnar av lastini, sum ikki hevur fingið skaða. Farmagóðs, sum er tryggjað, fer harafturímóti at elva til hópin av krøvum ímóti sjóendurtryggingarvinnuni.

Tryggingarfeløgini hava leingi stúrt fyri eini møguligari stórari bingjuskipavanlukku. Tá 8,110 teu stóra MOL Comfort brotnaði um tvøran út fyri strondini í Jemen í 2013, hevði eitt ”total loss” av skipinum og tess 4.380 bingjum við sær, at endurgjaldið fyri góðsið einsamalt kom upp á umleið 300 miljónir dollarar.

Sjótryggingarfeløgini rokna vanliga sína miðal eksponering fyri hvørja bingju til millum 50.000 og 100.000 dollarar. Men virðini, sum fóru fyri skeytið við MOL Comfort, vóru munandi hægri. 

Kelda: The Loadstar/maritimedanmark.dk