* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tingingar millum Japan og USA at geva Japan undantaksloyvi at innflyta olju úr Iran, eru slitnaðar.

Trýst úr USA forðar fyri japanskum oljuinnflutningi úr Iran

Fjølmiðlar í Japan skriva í dag, at royndirnar hjá Japan at fáa undantaksloyvi at innflyta olju úr Iran, miseydnaðust.

 

Japanskir miðlar skriva, at størstu oljuinnflytararnir í landinum fyrireika seg at steðga ráoljuinnflutninginum úr Iran sum avleiðing av amerikonsku revsitiltøkunum móti Iran.

 

Tað eru millum annað miðlar sum Jiji og lokalir miðlar, sum boða frá, at orsøkin er óttin fyri at USA fer at seta revsitiltøk móti londum, sum innflyta iranska ráolju.

 

Amerikanski forsetin tók í mai USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og í august setti USA revsiátøk í verk, sum skulu forða øðrum londum at hava samhandil við Iran.

 

Í fyrst atløgu var talan um vørur sum teppi og nøtir. Í øðrum lagi skuldu átøkini fevna um iranska olju- og bankasektorin.

 

Ein talsmaður fyri japansku handilsmyndugleikarnar í Tokyo váttar fyri AFP, at Japan hevur havt tingingar við USA um at fáa undantak fyri revsiátøkunum, men meira verður ikki upplýst. Oljuinnflytarar vilja onki siga um málið.

 

Japan er sum heild rættiliga bundið av innflutningi úr Miðeystri, men í 2017 stóð innflutningurin úr Iran kortini bara fyri góðum 5 prosentum.

 

Kelda: Shippingwatch