* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tungt sleip úr Suðurkorea til Norra

Tríggir sleipibátar hjá Fairmount Marine fingu sína søk fyri, tá teir fingu til uppgávu at sleipa 135.000 tons stóra nýbygda FPSO Petrojarl Knarr frá Samsung Heavy Industries í Suðurkorea til Haugesund í Norra.

Uppgávan varð loyst eftir júst trimum mánaðum og gekk umvegis Singapore, Mauritius og Kanarisku Oyggjarnar. Síðsti parturin av ferðini gekk vesturum Írland, suður um Hetland og víðari til Haugesund.

Petrojarl Knarr, ið við síni longd upp á 256,4 metrar og breidd upp á 48 metrar er ein av størstu harsh environment FPSOunum í heiminumverden, kom til Haugesund 16. september.

Kelda: Fairmount Marine