* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Turkaland loyvir DFDS at keypa upp í Turkalandi

Myndugleikarnir í Turkaland loyva nú DFDS at keypar reiðaríið, U.N. Ro.Ro. Roknað verður við, at handilin verður undirskrivaður seinni í juni.

Kappingarráðið í Turkalandi hevur endaliga góðkent, at DFDS kann keypa 98,8 prosent av partabrøvunum í mest framstandandi turkiska operatørinum í farmarutum í Miðjarðarhavinum, U.N. Ro-Ro, fyri 7,1 milliardir krónur. Tað skrivar Bloomberg News.

 

Kappingarmyndugleikarnir í Eysturríki, Týsklandi og Italia skulu eisini góðkenna handilin, sum DFDS boðaði frá 12. juni.

 

- Við keypinum av U.N. Ro-Ro vaksa vit felagið til eitt av mest spennandi farmaøkjunum, sum minna nógv um Norðurevropa. Tað gevur okkum møguleika, saman við sterku leiðsluni hjá U.N. Ro-Ro, at gera nýtslu av netverki okkara, flotanum, royndunum og evnunum at menna fyritøkuna uppaftur meira, segði Niels Smedegaard, forstjóri í DFDS, í sambandi við keypið.

 

DFDS roknar við, at handilin verður endaliga avgreiddur seinni í hesum mánaðinum.

 

Kelda: Søfart og Bloomberg New