
Turkisk herskip verja boriskip við Kypros
Turkiski flotin hevur sent herskip, tyrlur og
dronur til sjóøkið uttanfyri Kypros. Har á leiðini leita turkisk boriskip og
seismikkskip í løtuni eftir gassi. ES hevur annars gjørt av at seta forðingar í
verk móti Turkaland orsakað av leitingini.
ES vil vera við,
at Turkaland er farið at leita eftir gassi við Kypros uttan loyvi. Leitað
verður í kypriskum búskaparøki, og Kypros er limur í ES.
Turkar siga
hinvegin, at teir hava fingið loyvi at leita eftir gassi, og tað loyvið hevur
stjórnin í Norður-Kypros givið teimum. Bara Turkaland góðkennir stjórnina í
Norður-Kypros.
Kypros er býtt
upp í ein grikskan og ein turkiskan part. Norður-Kypros er parturin hjá turkum,
meðan Suður-Kypros er landsparturin hjá grikkum.
Hildið verður, at
nógv gass er í búskaparliga økinum hjá Kypros.
Kelda: Maritime
Danmark