* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Turrfarmarisin fekk ein nýggjan møguleika

Berge Stahl var leingi heimsins longsta og størsta turrfarmaskip til flutning av jarnmálmi. Og tað er framvegis eitt av størstu skipum, sum nakrantíð er bygt. Eftir tretivu ára tænastu var ætlanin at selja skipið sum gamalt jarn, men so tryggjaði reiðaríið sær ein nýggjan fimmára sáttmála.

”Skipið fekk ein nýggjan fimmára sáttmála í januar. Berge Stahl hevur verið í turrdokk fyri at kunna halda fram við sigling síni. Vit kunnu ikki í løtuni avdúka, hvar tað skal sigla”, sigur kunningarstjórin í reiðarínum, Rachel Wong, í telefon úr Singapore við norska miðilin Sysla Maritim.

Tá Berge Stahl varð latin eigarunum í september 1986, kundi 364.767 DWT stóra skipið bert fara inn í tvær havnir í heiminum og bert í flóð. Ikki fyrrenn 20 ár seinni slapp skipið inn í kinesisku havnina Majishan, og í 2006 fekk skipið last úr Dampier í Avstralia á fyrsta sinni.

Skipið varð bygt á Hyundai-skipasmiðjuni í Suðurkorea til norska reiðaríiði Sigval Bergesen d.y. Fyri tíggju árum síðani yvirtók Singapore-skrásetta Berge Bulk skipið, og í 2011 skifti tað heimahavn úr Stavanger til Douglas á Isle of Man.

Berge Stahl hevur níggju til 10 ferðir um árið siglt úr Terminal Marítimo de Ponta da Madeira í Brasilia til Europoort nærindis Rotterdam við jarnmálmi, og so við barlast heim aftur. Risastóra skipið hevur siglt eina leið, ið svarar til fimm túrar til mánan, og flutt tilsamans 60 miljónir tons av jarnmálmi til Evropa. 

Í apríl 2014 var gamla daman í dokk í Portugál. Eftir 30 ár í tænastu skuldi hetta vera seinasta dokkingin, áðrenn skipið skuldi til upphøggingar. Ístaðin fyri at verða høgt upp, verður nú meira arbeiði til hetta nærmast legendariska skipið.

Kelda: Sysla Maritim