* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bert tveir av manningini funnir, eftir at suðurkoreanska skipið fór til botns í Suðuratlantshavinum um vikuskiftið.

Turrfarmaskipið ’Stellar Polaris’ er gingið burtur 2.300 fjórðingar úr Uruguay. Tað skrivar gcaptain og fleiri aðrir miðlar.  

Leygardagin vórðu tveir av manningini, ið taldi 24, bjargaðir.

Suðurkoreanska Polaris Shipping rak skipið, hvørs 24 mans stóra manningin taldi 16 filippinarar og átta suðurkoreanarar.

’Stellar Polaris’ var á veg úr Brasilia til Kina við jarnmálmi, tá skipið gekk burtur.

Fýra skip og eitt brasilskt hernaðarflogfar eru í løtuni við í leitingini á leiðini, har skipið sakk.

Orsøkin til skipbrotið er framvegis ógreið. Men fyrstu boðini um, at skipið lak, komu eftir øllum at døma fríggjadagin frá einum av manningini.

'Stellar Polaris' var 312 metrar langt og kundi lasta 260,000 tons.

Kelda: soefart.dk