* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska reiðaríið FosenNamsos hevur bílagt tvær ferjur, ið skulu kunna sigla sjálvar. Rolls-Royce letur skipanina, sum - næstan - ger skiparan óneyðugan. Sostatt eru nú fýra sjálvsiglandi ferjur í gerð í Norra.

Strong umhvørviskrøv til nýggjar ferjur í Norra eru meðvirkandi til, at reiðaríið FosenNamsos bíleggur tvær ferjur, ið kunnu sigla sjálvar.

“Hetta lættir um at spáa orkunýtsluna undir ymiskum veðurumstøðum,” sigur framleiðslustjórin Peter Strand á sjóvinnudeildini hjá Rolls-Royce í Ålesund.

“Autocrossing” skipanin stýrir akselerasjónina hjá skipinum, ferðini og rutuni og klárar í núverandi útgávu síni allan túrin, burtursæð frá teimum síðstu metrunum inn til bryggjuna, har skiparin má taka yvir.

Men í komandi útgávum av skipanini, verða eisini teir síðstu metrarnir handfarnir automatiskt. Skipain skal hava eftirlit við skipanini og kann taka yvir, um tað gerst neyðugt. Skuldi hann ikki verið førur fyri tí, steðgar automatikkurin skipinum í eini tryggari posisjón.

Tær báðar ferjurnar skulu setast í sigling millum Flakk og Rørvik nærindis Tróndheimi. Frammanundan eru tvær aðrar ferjur bílagdar við somu skipan.

Danski vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen vónar, at Danmark verður millum fyrstu londini, ið fær føraraleys skip og ferjur. Tað segði hann, tá Danske Maritime varpaði ljós á sjálvstýrandi skip á ársfundi sínum í síðstu viku. 

Men Norra sær út til at verða fyrst við sjálvstýrandi skipum - umenn skipari framvegis er umborð.

Kelda: Sysla Maritime/maritimedanmark.dk