* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Umleið 50 hvalir vórðu hildnir til í Sandágerði í dag og 100 í Sandavági.

Tvær grindir lagt beinini í dag

Fyrsti dagur eftir ólavsøku gjørdist rættiligur grindadagur.

 

Tvær grindir hava í dag lagt beinini. Fyrrapartin frættist frá grind í Vágahavinum, og væntandi var, at tann grindin fór til Miðvágs ella Sandavágs.

 

Upprunaliga varð hildið, at grindin í Vágahavinum var einar 200 hval, men ein partur slapp. Seinni vórðu umleið 100 hvalir hildnir til í Sandavági.

 

Sambært in.fo gekk drápið í Sandavági væl, hóast grindin ikki vildi gera landgongd. Tað tók einar 15 minuttir at drepa hesa grindina.

 

Um tað var bólkurin, sum fór úr stóra grindabólkinum í Vágahavinum, ið varð hildin til í Havn, er óvist. Men har vórðu umleið 50 hvalir hildnir til, og allir gjørdu landgongd.

 

Tað tók bara 4 minuttir at drepa grindina í Sandágerði.