* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tveir mans eru nú funnir á lívi av einum djóraflutningsskipi, sum holvdist og sakk mikudagin í farnu viku.

Hósdagin var maskinstjórin á horvnað djóraflutningsskipinum, Gulf Livstock 1, bjargaður úr sjónum, og fríggjadagin var ein dekkari bjargaður. Manningin var upp á 43 íalt, og haraftrat vóru 6.000 neyt umborð.

 

Myndugleikarnir í Japan hava gjørt sítt ítarsta at  leita eftir manning av skipinum. Umborð vóru flest filipinar, men borgarar úr Nýsælandi og Avstralia vóru eisini við.  Skipið, sum skuldi flyta 6.000 neyt úr Nýsælandi til Kina, sendi út neyðarkall tíðliga mikudagin, tá tað var endað í melturódnini, Maysak.

 

Fleiri myndir eru liknar út, har manningin av øllum alvi sæst royna at bjarga skipinum, so tað ikki koppar. Ivaleyst er tað onkur av manningini, sum hevur tikið myndirnar við fartelefon, og hevur sent tær til onkran í landi so hvørt.

 

45 ára gamli filipinski maskinstjórin varð funnin í sjónum hósdagin. Tað hevði eydnaðst honum at lata seg í bjargingarbelti, og hann fleyt í sjónum, tá hann varð funnin. Tað fyrsta, hann spurdi, var:

 

“Eri eg tann einasti, sum eri funnin”?

 

Men dagin eftir eydnaðist tað japonsku bjargingarfólkunum at finna ein dekkara, ein 30 ára gamla mann, sum eisini er ættaður av Filipsoyggjum. Hann varð funnin í einum bjargingarbáti, og maðurin var heilt væl fyri.

 

Nú verður bjargingararbeiðið tarnað av einari nýggjari melduródn í økinum.

 

Kelda: news.com.au