Odd Kristian Dahle

Odd Kristian Dahle, kunningarstjóri í Fiskebåt, felagnum hjá norsku langfaratrolarunum.MYND: PRESSEFOTO

Sambært Dahle verður nú arbeitt við at finna út av, hvussu hetta skal gerast reint praktiskt við visum og øðrum. Hann sigur, at støða tí ikki er tikin til, hvør ið skal sleppa fyrst heim.

– Tað er møðsamt, tá tað dregur út so leingi, sigur Ketil Ervik, sum er skipari á Remøy.

– Vit hava millum annað ein, sum skuldi verið heima til barnadóp hjá soninum, sigur hann.

Skipper Ketil Ervik

Skiparin á Remøy, Ketil Ervik, sigur, at manningin maktast av, at málið dregur ov langt út.

MYND: BÅRD WORMDAL / NRK

Fiskivinnudirektoratið gloymdi at krossa av

Trolarin liggur fyri akker út fyri Murmansk. Har hevur hann ligið, síðani russiska vaktar- og bjargingartænastan gekk upp á skipið, tá tað var á veg út úr russiskum sjógvi 10. mai.

Norska Fiskivinnudirektoratið hevur viðgingið, at tey av misgáum ikki krossaðu av fyri rækjuveiðu fyri rækjutrolaranum í umsókn síni til russisku myndugleikarnar. Ongin veit, nær manningin sleppur leys.

– Russisku rættarmyndugleikarnir hava funnið ein feil, sum teir vilja hava greiði á. Tað er í lagi, men tað skal ígjøgnum eina tilgongd í russisku skipanini. Tí tekur tað so drúgva tíð, sigur Odd Kristian Dahle.

Hann veit kortini at siga, at hýrurin er góður umborð á trolaranum.

– Teir eru góðir vinir, og teir hava sjónvarp og internet. Teir siga, at teir spæla kort og eta góðan mat, sigur hann.

Tråleren Remøy

Remøy hevur stívliga 500 tons av frystum rækjum í lastini. Manningin skuldi heim, eftir at hava verið til fiskiskap í Barentshavinum í fimm vikur. Nú liggja teir í óásetta tíð í Murmansk, umborð á Remøy á sjeyndu viku. Heima situr manningin, ið skuldi avloysa teir, sum nú sita fastir í Russlandi. MYND: FISKEBAT.NO

– Átti at verið loyst fyri langari tíð síðani

– Tað er greitt, at tað byrjar at verða møðsamt at vera har, tá ongin loysn fæst. 13 dagar eru farnir nú, og onki hendir, sigur Odd Kristian Dahle.

Fiskebåt sigur, at tey hava javnan samband við skiparan á Remøy. Av tí at fleiri av manningini ikki hava pass við sær, eru teir noyddir at vera umborð á trolaranum alt samdøgrið.

– Nú kunnu vit bara vóna at fáa eina skjóta loysn, so skip og manning kunnu koma heim aftur og at skipið kann sleppa til fiskiskap aftur.

Kunningarstjórin í Fiskebåt sigur, at hann ikki veit um líknandi mál, men at málið í roynd og veru bara er ein bagatell.

– Talan er um ein formalitetsfeil, og tí høvdu vit væntað eina skjóta loysn. Hevði trolarin gjørt okkurt ólógligt, so hevði talan verið um eitt heilt annað mál.

Ein talsmaður fyri norska uttanríkisráðið sigur við NRK í einum telduposti at:

–Tað er umráðandi at leggja dent á, at málið er til viðgerðar í russisku rættarskipanini. Norsku myndugleikarnir fylgja við málinum. Uttanríkisráðið og aðalkonsulátið í Murmansk halda fram við at veita reiðarínum og manningini alla neyðuga hjálp.

Remøy ved kai i Murmansk

Her í havnini í Murmansk hevur rækjutrolarin Remøy ligið, síðani russisku myndugleikarnir tóku arrest í trolaranum. MYND: BÅRD WORMDAL 


Kelda: nrk.no