* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tveir mans slerdu út av maltesiskum farmaskipi

Klokkan 11.40 fekk høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi boð um, at tveir mans vór saknaðir á einum maltesiskum farmaskipi einar 180 fjórðingar vestanfyri Sandneshavið. Leitingin varð steðgað klokkan 20.00 í gjárkvøldið.

 

Veðrið var ringt í økinum við lítlum stormi av útsynningi og við 8 metrar høgum aldum, og tað gjørdi bæði leiti- og bjargingararbeiðið torført.

 

- Eftir tí, sum vit hava fingið upplýst, vóru menninir bara í arbeiðsklæðum, upplýsir Høvuðsbjargingarstøðin.

 

Teir báðir menninir á Stara Planina” eru bulgarskir ríkisborgarar sum flestu av manningini.

 

Ein frálandstyrla frá Heidrun-pallinum varð sett inn í leitiarbeiðið, og ein SeaKong tyrla frá Eysturlandinum varð eisini sett inn í leitingina.

 

Farmaskipið “Stara Planina” er á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Romenia.

 

Kelda: Skipsrevyen