* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tveir sjómenn fluttir burtur eftir spreinging

Ein bretsk sjóverjutyrla hevur bjargað tveimum løstaðum sjófólkum av einum arbeiðsbáti út fyri Cornwall eftir eina spreinging. Tað var helst eitt ílat við samantrýstari luft, sum sprongdist umborð á skipinum MTS Xplorer. Annar av monnunum varð illa skaddur fluttur á sjúkrahús.

Neyðarkallið kom inn á middegi mikudagin. Tríggir mans vóru umborð um hetta mundið. Ein bjargingarbátur hjá RNLI, eitt skip hjá Royal Navy og eitt sjóverjuskip luttóku eisini í bjargingarátakinum. 

Xplorer var framvegis sjóførur, og vandi var ikki fyri, at eldur kom í skipið. Ein bjargingarbátur hjá Fowley RNLI tók skipið upp á sleip og fekk tað í havn. Ein triði persjónur, sum var umborð á skipinum, fekk ikki skaða av spreingingini og varð fluttur til lands við einum Falmouth RNLI bjargingarbáti.

Kelda: maritimedanmark.dk