* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tveir vaktarmenn særdir undir sjórænaraálopi

Gasstangaskipið St. Marceille varð álopið av einum bólki av fimm vápnaðum sjórænarum tíðliga týsmorgunin, meðan skipið lá fyri akkeri á Cotonou Anchorage í Benin í Guineaflógvanum. Tveir beninesiskir vaktarmenn umborð vórðu skotnir og særdir. Teir eru báðir uttanfyri lívsvanda.

Tangaskipið var tómt, tá tað varð álopið. Sjórænararnir flýddu, tá teir sóu, at onki var at koma eftir. Manningin slapp óskalað frá álopinum. Tangaskipið varð aftaná togað inn í havnina, har tað legði at bryggju um níggju-tíðina um morgunin.

Gasstangaskipið St. Marceille er upp á 8.015 DWT og bygt í 2008. Tað siglir undir Luxembourg flaggi og verður rikið av franska felagnum ST Management SAS.

Kelda: Maritime Bulletin