* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rix Zenith fekk maskinskaða í Kielerveitini og rak inn móti áarbakkanum.

Lettiska skipið, Rix Zenith, og týska skipið, RMS Ratingen, strandaðu bæði í Kielerveitini sunnunáttina. Einki samband var kortini millum hendingarnar báðar. Bæði skipini eru nú leys aftur.

 

Rix Zenith, sum siglir undir kýpriskum flaggi, var á veg vestureftir í veitini, tá tað fekk maskinskaða og strandaði inni við áarbakkan.

 

Seinni eydnaðist tað manningini at fáa gongd aftur í motorin, og farmaskipið slapp leyst aftur við egnari hjálp.

 

Kavarar kannaðu skrokkin í Brunsbüttel, og manningin varð eisini avhoyrd. Eftir tað fekk skipið loyvið at sigla víðari. Tað var annars á veg úr Danmark til Leimuiden í Hollandi, tá tað fekk maskinskaða og endaði inni við áarbakkan.

 

RMS Ratingen, sum er skrásett í Liberia, strandaði áðrenn slúsuna í Holtenau – á veg úr Belgia til Svøríki. Hetta skipið slapp eisini leyst aftur við egnari hjálp.

 

Eingin av manningini fekk nakran løst í teimum báðum óhappunum.

 

Kelda: Maritimedanmark