* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein video er um dagarnar komin undan kavi. Hon vísir eina CHC tyrlu, ið hevur eina álvarsama lending á Sevan Brasil boripallinum.

”Vit kunnu vátta, at 15. apríl 2017 klokkan 16.35 lokala tíð, gjørdi ein S92 (PR-CHR) eina neyðlending á boripallinum SS86 í Brasil. Manningin lendi tyrluna í øllum góðum í samsvari við útbúgving sína. Ongin av ferðafólkunum ella manningini fekk skaða”, skrivar CHC í einum telduposti til Offshore Energy Today.

Regional Accident Investigation and Prevention Services (Juris SERIPA), Centre of Investigation, Prevention of Aeronautical Accidents (CENIPA) og National Civil Aviation Agency Brazil (ANAC) eru kunnað um hendingina. Seripa fer at kanna málið við fullum stuðuli frá CHC Brasil.

Sevan Drilling, ið eigur boripallin, er dótturfelag hjá Seadrill. Ein Seadrill talsmaður sigur fyri Offshore Energy Today, at skaðin á bæði tyrlu og pall er "lítil".

Kelda: Offshore Energy Today