
Tryggjar flutning av frálandsarbeiðarum í sambandi við Brasse-boringina í summar.
Tyrlufelagið CHC Group hevur fingið nýggjan sáttmála við Faroe Petroleum um tyrlutænastur í sambandi við boriuppgávur á Brasse-økinum í Norðsjónum.
Arbeiðið á Brasse byrjar í summar. Fráferðirnar verða av støðini hjá CHC í Bergen, og felagið fer at brúka tyrlur av slagnum Sikorsky S-92 í tænastuni.
Boringin hjá Faroe Petroleum á Brasse væntast at taka umleið 70 dagar, og sáttmálin við CHC kann leingjast út um hetta tíðarskeiðið, um tað gerst neyðugt.
Deepsea Bergen skal standa fyri boriarbeiðnum.
Kelda: offshore.no