
Týskir sleipibátar fáa miljónabót fyri svik
Týsku kappingarmyndugleikarnir hava avdúkað kartellvirksemi millum tríggjar Hamborg-fyritøkur, sum nú hava fingið eina bót upp á 13 mió. evrur. Tær tríggjar fyritøkurnar hava í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2013 lutað bíleggingar ímillum sín og býtt vinningin. “Kanning okkara hevur avdúkað, at í tíðarskeiðnum millum 2002 og 2013 hava sleipingarfyritøkurnar býtt bíleggingar og inntøkur frá fleiri týskum havnum ímillum sín. Fyritøkurnar ásettu kvotur út frá umsetningi at býta bíleggingarnar ímillum sín,” sigur Andreas Mundt, stjóri fyri Bundeskartellamt, sambært World Maritime News. Tør tríggjar fyritøkurnar eru Fairplay Towage, Bugsier og Petersen & Alpers, upplýsa týsku kappingarmyndugleikarnir, Bundeskartellamt, í tíðindaskrivi. Tvær aðrar fyritøkur, Underweser Reederei (URAG) og dótturfelagið Lütgens & Reimers, luttóku eisini, men sluppu undan revsing, tí tað vóru tær, sum boðaðu myndugleikunum frá kartellinum. Eitt triðja felag er framvegis undir kanning. Kvoturnar vórðu avtalaðar longu í 2000/2001, tá hollendsk sleipingarfeløg vóru farin at virka á Weser og Elben. Øll tey størstu feløgini í avvarðandi havnunum høvdu luttikið í kvotabýtinum. Við tað at hollendsk feløg eisini vóru uppií, hevur málið verið kannað í samstarvi við hollendsku myndugleikarnar. Við ásetingina av støddini á bótini upp á 13 mió. evrur - uml. 100 mió. kr. - varð øðrumegin dentur lagdur á, hvussu grovt lógarbrotið var og hvussu leingi tað hevði vart, meðan atlit hinumegin varð tikið til mótpartin - serliga "sterku støðuna" hjá reiðaríunum í mun til prísásetingina. Kelda: World Maritime News |