* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Týskt bingjureiðarí keypir eitt skip fyri og annað eftir

Tað sær ikki mætari út, at týska bingjureiðaríið MPCC sjálvt prentar pengarnar - so skjótt sum tað brúkar teir. Men tað ger tað kortini ikki. Meginparturin kemur til høldar á keypskálanum í Oslo, og verður síðani brúktur sum íløgur í eldri feederskip við einum kapasiteti upp á millum 1.000 og 3.000 TEU.

Seinasta keypið, sum varð avgreitt hósdagin, eru feeder skipini Sima Pride, Perfect, Prestige, Sapphire og Sadaf, bygd millum 2004 og 2007. Skipini vóru inntil hósdagin ogn hjá Simatech Shipping & Forwarding í Dubai. Kostnaðurin fyri tey fimm bingjuskipini var 41,9 miljónir dollarar - góðar 250 miljónir krónur.

Eftir keypið av teimum fimm skipunum telur flotin hjá reiðarínum nú 64 bingjuskip, øll keypt upp á minni enn eitt ár. Málið er sambært stjóranum í reiðarínum, Ulf Hollander, at fáa ein flota upp á 100 bingjuskip.

So seint sum í næstsíðstu viku keypti MPCC síðsta bingjuskipið hjá týska reiðarínum Harmstorf, Francoise Gilot, sum kann lasta 1.350 TEU. Í februar stóðu ikki færri enn 14 skip á innkeypsseðlinum, øll frá yvirskotsgoymsluni hjá HSH Nordbank av trongstøddum skipum.

Ikki er greitt, nær MPCC væntar at røkka málinum um hundrað skip. 

Kelda: maritimedanmark.dk