* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein italskur dómari sigur, at týski skiparin, Carola Rackete, gjørdi bara sína skyldu.

Týskur Sea Watch-skipari leyslatin í Italia

Carola Rackete gjørdi sína skuldu við at sigla gestaarbeiðarar til lands í Lampedusa. Tað sigur ein italskur dómari.

 

Kvinnuligi týski skiparin, Carola Rackete, sum hevur sitið í húsavarðahaldi í Italia, er leyslatin. Tað gjørdi ein dómari av týskvøldið.

 

Italski dómari sigur, at Rackete ikki breyt nakra lóg, men hinvegin gjørdi sína skyldu, tá hon sigldi 40 afrikanskar gestaarbeiðarar til italsku oynna, Lampedusa, við skipinum “Sea-Watch 3”.

 

Tað endurgevur danska blaðið Søfart Reuters fyri at skriva.

 

Rackete kann framvegis verða ákærd í málinum, men Alessandra Vella, dómari, kravdi hana leyslatna umgangandi.

 

Italska løgverjan handtók týska siparan leygarnáttina, eftir at hon hevði trýst skip sítt gjøgnum eina forðing á Lampedusa.

 

Kelda: Søfart