* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Christian Andreasen, formaður í FSF, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnare kommunu, Aleksander Ceferin, UEFA-forseti, og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

UEFA-forsetin á vitjan í Føroyum

Í gjár, hósdagin, var UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin, á vitjan í Føroyum. Her hitti hann umframt Aksel V. Johannesen, løgmann, Christian Andreasen, formann í FSF, og onnur umboð fyri FSF eisini borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen.

 

Í Havn var Annika Olsen vertur við einari máltíð í Móttøkuhúsinum, har UEFA-forsetin eisini fekk høvið at heilsa uppá løgmann, Aksel V. Johannesen.

Annika Olsen og Aleksander Ceferin fingu eitt gott prát um drúgva samstarvið millum FSF og Tórshavnar kommunu, og um Tórsvøll, sum UEFA-forsetin fór at vitja nú seinnapartin.

 

Útbyggingin av Tórsvølli er stuðlað av UEFA.

 

Aleksander Ceferin var sera fyrikomandi og greiddi frá sínum arbeiði í UEFA. Christian Andreassen, FSF-forseti, var eisini til staðar. Borgarstjórin og løgmaður fingu sum gávu hvør sítt upphang við nøvnunum graveraðum í, og við heilsu frá UEFA.

Vitjanin var stutt, UEFA-forsetin fór avstaðaftur seint seinnapartin í gjár.

 

Aleksander Ceferin er eftirmaður Platini, sum fór frá fyri teimum árum síðan. FSF er vertur fyri vitjanini.

 

Kelda: www.torshavn.fo o.o.