* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Robert Maersk Uggla finst at ES í bátaflóttamálinum.

Robert Maersk Uggla finst í beinleiðis vendingum at ES-londunum fyri at hava svikið ábyrgd teirra í sambandi við 27 bátaflóttar, sum noyddust at sita umborð á Maersk Etienne í 38 dagar, áðrenn NGO-felagsskapurin, Mediterranea, tók teir umborð seinnapartin fríggjadagin.

 

“Slíkt skapar eitt óheppið fyridømi: ES hevur svikið í sambandi við eina loysn, og trupulleikin er í staðin fluttur úr einum flagglandi til tað næsta uttan nakra loysn. Og enn er ógreitt, hvat hendir, næstu ferð eitt skip bjargar menniskjum upp úr Miðjarðarhavninum, skrivar Robert Maersk Uggla, sum er formaður í nevndini fyri Maersk Tankers og stjóri í A.P. Møller Holding.

 

“Skipaídnaðurin stendur í løtuni eftir í einum tómrúmi í mun til UNCLOS og onnur lond, tá tað snýr seg um ábyrgdina av at stuðla handilsflotan í bjargingarstøðum,” sigur Robert Maersk Uggla.

 

Kelda: Maritime Danmark