* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umboð fyri Suez-myndugleikarnar høvdu sjálv eftirlit við ferðini hjá stóra bingjuskipinum, Ever Given, áðrenn tað fór á land. Tað sigur tryggingarfelagið hjá skipinum í einum boðum. Boðini koma, eftir at stjórin í Suez-veitini í farnu viku segði, at skipið sigldi ov skjótt gjøgnum smølu veitina.

 

- Tað er týdningamikið at leggja dent á, at hóast skiparin í seinasta enda hevur ábyrgdina av skipinum, hava loðsarnar hjá Suez-veitini eftirlit við sjálvari siglingini gjøgnum veitina. Við í hesum eftirliti er eisini ferðin á skipinum og møguleikarnir at fáa “transit-sleipibátar”, sigur UK Club.

 

Osama Rabie, stjóri í Suez-veitini, segði í farnu viku, at skipið sigldi umleið 13 míl, í staðin  fyri eini 4,5 míl, sum hevði verið hóskilig ferði í smølu veitini har suðuri.

 

400 metrar langa bingjuskipið, sum forðaði allari ferðslu í veitini í seks dagar, verður framvegis afturhildið í Egyptalandi. Partarnir eru ósamdir um støddina á endurgjaldinum.

 

Kelda: Reuters