
Ukraina vil hava verandi kornavtalu við Russland víðkaða til at umfata fleiri havnir og flutning av øðrum vørum enn bara kornútflutning. Og ukrainar vilja hava avgerðina tikna í komandi viku.
Avtalan, sum hevur lætt um trupulleikan við alheims korngoymslunum, gav heimild at lata tríggjar havnir upp í Ukraina, meðan kríggið við Russland herjar. Men avtalan fellir burtur longu 19. november í ár.
- Vit eru longu ógvuliga seint úti við avgerðini um at longja og víðka avtaluna, sigur Yuriy Vaskov, vararáðharri á økinum í samrøðu við Reuters.
- Vit vóna í seinasta lagi í næstu viku at fáa at vita frá starvsfeløgum okkara í Turkalandi og ST, at allur marknaðurin fær eini greið boð sum skjótast, sigur hann.
Avtalan millum partarnar hevur havt við sær, at 10,5 milliónir tons av mati - serliga korn, er útflutt til ymiskar útlendskar marknaðir síðan juli í ár.
Vaskov sigur, at Ukraina hevur bjóðað sær at útflyta matvørurur í minsta lagi eitt ár aftrat. Landið ynskir at fáa loyvi at lata havnirnar upp har suðuri í Mykolaiv-landslutinum, har 35 prosent av øllum ukrainska útflutninginum fór fram, áðrenn Russland leyp á Ukraina.
Kelda: gCaptain