
Í minsta lagi 12 skip eru farin úr Ukrainskum havnum við korni, hóast Russland hevur slept avtaluni við ST um kornútflutning úr Ukraina.
Turkiska stjórnin vísir aftur, at Russland einsamalt kann strika avtaluna, sum Russland, Turkaland, Ukraina og ST saman gjørdu um kornútflutning úr Ukraina.
Russar boðaðu annars frá leygardagin, at Ukraina breyt avtaluna, tí russar meintu, at dronuálopið kom frá skipum, sum fermdu korn.
Men sambært gCaptain, sum endurgevur Reuters, upplýsir turkiska stjórnin, at tað er týdningarmikið, at kornavtalan verður hildin – og altso heldur fram, sum avtalað.
Ukraina er ein av størstu kornútflytarunum í heiminum, og í tríggjar mánaðir hevur ST-stuðlaða avtalan tryggjað, at ukrainski útflutningurin røkkur út á marknaðirnar.
Eitt av fyrstu skipunum, sum sigldi avstað mánamorgunin, var skip, sum ST hevði leigað til Afrika við korni.
Kelda: Søfart/gCaptain