
Sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina fyri hálvum ári síðani, hevur tað verið bannað øllum ukrainskum sjófólkum millum 18 og 60 ár at fara úr landinum. Tað hevur havt stórar avleiðingar fyri nógv ukrainsk sjófólk, sum arbeiða umborð á skipum í altjóða sigling.
Nú fáa ukrainsk sjófólk aftur møguleika at fara úr landinum. Ukrainska stjórnin hevur á einum fundi 27. august samtykt eina stjórnarfyriskipan um, at ukrainsk sjófólk nú eru undantikin frá landsumfatandi forboðnum at fara úr andinum.
Tað sigur ukrainski forsætismálaráðharrin Nickolay Shmygal sambært tíðindamiðlinum Fleetmoon.
Sambært avgerðini kunnu sjófólk, sum vísa ein sonevndan “sign-in” sáttmála, frítt fara úr landinum.
Sagt verður um orsøkina til avgerðina, at stjórnin skilir tað neyðuga í at halda ukrainsk sjófólk væl útbúgvin og hava arbeiðsroyndir í heimsflokki. Tað hoyrir eisini til søguna, at ukrainsk sjófólk, sum arbeiða uttanlands, gera sítt til at halda hart rakta umrainska búskapinum uppi.
Kelda: Maritimedanmark