* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja havrannsóknarskipið, sum Suðurkorea skal hava.

Norska, Ulstein, hevur gjørt sáttmála um at sniðgeva eitt havrannsóknarskip fyri Korea Institute of Geoscience and Mineral Resources. Skipið skal smíðast á Hanjin Heavy Industries & Construction Co. í Busan í Suðurkorea.

 

Skipið verður 92 metrar langt og 21 metrar breitt og skal lúka vanlig krøv, sum verða sett í sambandi við seismiskar ljóðkaðalar og alla aðra seismiska útgerð á botni.

 

Skipið verður miðdepil hjá 30 granskarum og fer at hava eina manning upp á 20.

 

Nýggja havrannsóknarkipið er sniðgivið at kunna hava eina røð av útgerð, millum annað eina 3D-/4D-seismiska 8-stroymara-skipan, eina hágóðsku 2D-/3D-seismiska P-kaðal-skipan, eina fjølkomponenta OBN-skipan, fleiri einstráluekkolodd og nógva aðra útgerð.

 

Skrokkurin fær eyðkenda sniðið við sonevndum X-BOW, sum ger skipið róligari og liviligari umborð. Sniðið, sum er útgjørt við framkomnari tøkni og skipanum, skal tryggja effektivar uppgávur við lægri brennievnisnýtslu og samstundis við minni útláti av verðulagsgassum.

 

Kelda: Maritimt.no