* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ulsteinvik noyðist at siga fólki upp

Norska samtakið Ulstein Group noyðist at siga upp 25 starvsfólkum, skrivar Sysla við Sunmøreposten sum keldu. Uppsagnirnar vera í undirdeildini Ulstein Power & Control, sum millum annað framleiðir elektroniskar skipanir at stýra skipum.

"Tað er sera harmuligt at noyðast at siga meðarbeiðarum farvæl, sum vit fegin høvdu viljað vórðu verandi, men marknaðurin hevur verið sera krevjandi, og bíleggingarnar hjá Ulstein Power & Control hava verið fáar í tali nú í longri tíð," sigur stjórnin Gunvor Ulstein við Sunmøreposten.

Sambært Sysla hevur Ulstein Power & Control verið noytt til at siga fólki upp fleiri ferðir til tess at tillaga seg truplu tíðirnar á marknaðinum fyri nýbygningar.

Ulstein Group hátíðarhelt 100 ára stovningardagin í fjør og fevnir um eina røð av maritimum fyritøkum innan millum annað skipasniðgeving. Harumframt eigur samtakið eisini fleiri skipasmiðjur.

Kelda: shippingwatch.dk