* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Myndin er frá Effo støðini í Skálabotni har útisiglarar og annað gott fólk hittast hvønn fríggjamorgun til morgunmat og kaffimik.

Um Antares

Felagið var sett á stovn 5. Juni 2004.

Endamál felagsins

  • virka fyri at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og ímillum familjur teirra.
  • eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum á ein ella annan hátt koma illa fyri.
  • eftir førimuni at veita limum ráð og vegleiðing um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti o.a.
  • skipa fyri fyrilestrum og á annan hátt savna inn vitan til limirnar.
  • skipa fyri tiltøkum so sum útferðir, bowling, veislum og annað sum kann nøra um samanhaldið.
  • at samanseta og senda út tíðindi til Skip og bátar.

Um tú ynskir samband við felagið, er best at senda teldupost til : antares@antares.fo. Vit kunnu ikki altíð svara telefonini.


Felagið hevur ídag gott 550 limir. Sum er ein øking uppá 410 síðani August í 2011 tá ið vit bara vóru 140 tilsamans.

- Tað árliga limagjaldi er 300,- kr fyri aktivar limir sum búgva í Føroyum.
- Tað árliga limagjaldi er 100,- kr fyri tey sum búgva uttanlanda, sum ikki
   starvast uttanlanda meira/hvílandi limir og tey sum eru yvir 60 ár.
- Lesandi gjalda bara 50,- kr um árið.

Kontanummar hjá okkum er: 
9181 - 000.142.268.7 í Betri Banka
9865 - 000.308.338.6 í Norðoyar Sparikassa

-----------------------------


Sum ein fastur táttur so hittast vit til Morgunmat og Kaffimik hvønn fríggjamorgun.

Klokkan 09 á fylgjandi støðum:

- Kaffihúsið í Vágsbotnið
- Hjá Jórun í Klax. 
- Pubbin á Tvøroyri
- Undurhúsið á Toftum og í Skálavík.

Klokkan 10 á fylgjandi støðum:

- Effo støðin í Skálabotni 

-- Møti fjøllment. Takið vinir og kenningar við --

Broytingar kunna koma fyri