* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at síggja skip við einari blanding av segl- og sólorku á norskum firðum í 2030.

Um nøkur ár kann hetta verða ein vanlig sjón

- Hesa vikuna eru vit í Miami fyri at vísa heiminum framtíðar-konseptið á einum reikferðaskipi (cruiseskipi), sigur Hege Økland, dagligur leiðari í NCE Maritime Clean Tech, í Noregi.

 

Vinnulívsfólkini frá NCE Maritime Clean Tech hava fingið herðaklapp og nógv rósandi orð á ráðstevnuni, Seatrade Cruise Global, í Miami. Her hittast heimsins størstu reiðarí, sum eiga og reka reikferðaskip.

 

- Mong rósa ætlanini, sum skal gera vinnuna við reikferðaskipum grønari og framkomnari, sigur Hege Økland.

 

Nýggja konseptið er ment í samstarvið við krús-risar sum Carnival Corporation, Royal Caribbean Cruises Ltd., og ymsar áhugafelagsskapir.

 

- Framburðurin á tøkniliga økinum verður øðiligur komandi árini, og í fyrsta umfari skal nýggja tøknin syrgja fyri, at onki útlát verður á norsku arvafirðinum eftir 2026, sigur Økland.

 

Seinni skal menningin geva heiminum reikferðaskip, sum verða rikin av ymsum orkusløgum sum seglum, sólorku, vetni/hydrogen og ammoniak.

 

- Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at síggja skip við einar blanding av segl- og sólorku á norskum firðum í 2030.

 

Kelda: Sysla