* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umbyggja umhvørvisskip

Í staðin fyri at keypa nýggj skip hevur danska Umhvørvisstýrið gjørt av at umbyggja sínar katamaranar.

 

- Tað loysir seg ikki at keypa nýggj skip til eftirlit av vatnevnafrøði, botndjór og mangul uppá ilt. Í staðin skulu verandi havgangandi katamaranar umbyggjast og longjast, so teir verða skjótari og bíligari at reka, skrivar Søfart.

 

Sambært kanningum hjá Umhvørvirstýrinum verða tvey nýggj skip ov kostnaðarmikil, tá hugsað verður um livitíðina upp á umleið 20 ár.

 

Klárt var longu í 2017 at bjóða arbeiðið at umbyggja og leingja katamaranarnar, men tá valdu Umhvørvisstýrið at bíða, meðan tey kannaðu, um verandi bátar kortini kundu loysa uppgávuna nøkur ár aftrat. Úrslitið varð, at bátarnir skuldu umbyggjast.

 

Arbeiðið verður boðið út á útbjóðingarportalinum hjá ES í hesi vikuni.

 

Kelda: Søfart