* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umfatandi kanninggerast av Norðsjóvar-vanlukku

Norska Kolvetniseftirlitið og løgreglan fara at kanna vanlukkuna á Maersk Interceptor á Tambar-økinum í Norðsjónum, sum Faroe Petroleum eigur 45 prosent í. Kolvetniseftirlitið sigur, at kanning er sett í verk, eftir at ein maður doyði og ein varð álvarsliga løstaður á Maersk Interceptor-pallinum á Tamabarøkinum hósdagin.

Sambært Stavanger Aftenblad er løgreglan eisini farin undir at kanna vanlukkuna.

Sambært fyritøðufelagnum Aker BP er deyði maðurin norðmaður, sum var í starvi hjá Maersk Drilling, einum dótturfelag hjá A.P. Møller-Mærsk. Framleiðslan á Tambar er fyribis steðgað, sigur Aker BP.

Deyði maðurin datt umleið 50 metrar niður á sjógv undir viðlíkahaldsarbeiði á pallinum. Hann varð tikin upp í eina bjargingartyrlu, sum síðani flutti hann til Haukeland Universitetssjúkrahúsið í Bergen, har hann seinni doyði.

Ein annar meðarbeiðari hjá Maersk Drilling fekk eisini skaða undir vanlukkuni, tá hann fekk ein lut oman yvir seg. Hann varð fluttur á Stavanger Universitetssjúkrahús og er uttanfyri lívsvanda, sigur Aker BP.

Kelda: E24.no/maritimedanmark.dk