* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip við bryggju í Longyearbýnum á Svalbard.

Umhugsa at avmarka ferðslu við reikferðaskipum við Svalbard

Norska stjórnin fer at nágreina avbjóðingarnar av ferðavinnu við reikferðaskipum við Svalbard, og møguleiki er fyri, at “krúsferðavinnan”, sum reikferðaskipa-vinnan eisini verður rópt, verður avmarkað á Svalbard.

 

- Stjórnin fer at nágreina tilbúgvingar- og trygdarstøðuna- og avbjóðingarnar við øktari skipaferðslu við Svalbard – í fyrsta umfari fer stjórnin at kanna reikferðaskipa-vinnuna ella krúsferðavinnuna, sum hon eisini verður rópt. Við niðurstøðuni frá hesum arbeiðnum fer stjórnin at meta um møguligar avmarkingar av krúsvinnuni á Svalbard, sigur Ingvil Smines Tybring-Gjedde, samfelagstrygdarráðharri.

 

Seinastu árini hevur tað eydnast stjórnini at víðarimenna samfelagið í Longyearbýnum við millum annað at leggja ferðavinnuna betri til rættis. Serliga stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnun, sum er komin til Svalbard sjóvegis.

 

Men støðan hjá Svalbard, langt burtur frá øllum meginlandi og við sínum krevjandi veðurlagi, ger krøvini til trygd og tilbúgvin til nakað heilt serligt.

 

- Tí noyðast vit at hugsa okkum væl um, og hyggja eftir, um tað er gott fyri Svalbard at økja ferðavinnuna við teirri ferð, sum nú er á vinnuni.

 

Hóast tilbúgvingin og trygdarviðurskiftini er nógv betrað seinastu árini, er mark fyri, havt tilbúgvingin megnar.

 

- Til dømis hava tvey reikferðaskip havt tørv á hjálp við Svalbard, bara í ár, siga fólk í almennu norsku umsitingini.

 

Kelda: Skipsrevyen