* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seismikk-skipið, Amazon Warrior, er farið úr aftur afrikonskum sjóøki.

Suðurafrikanskir umhvørvisaktivistar hava vunnið eitt serlig mál móti Shell, sum ætlaði at gera seismiskar kanningar í einum havøki, har hvalir mangan eru at síggja. Avleiðingin av dóminum er, at Shell nú tekur seg heilt aftur úr økinum.

 

Málið byrjaði, tá seismikk-skipið, Amazon Warrior, í november kom til Suðurafrika. Tað vísti seg, at Shell hevði leigað skipið at gera seismiskar kanningar í einum øki, sum rópt verður Wild Coast. Endamálið hjá Shell var at kanna, um olja finst í økinum.

 

The Wild Coast er eitt lutfalsliga oyðið øki og eitt havøki, har tað mangan sæst hvalur.

 

Umhvørvisaktivistar fóru í rættin við kravi um, at ein samlað umhvørviskanning skal gerast av økinum, áðrenn Shell fær loyvið at byrja seismisku kanningarnar.

 

Beint fyri nýggjár kom rætturin við sínum dómsúrskurði, og rætturin gav umhvørvisaktivistunum rætt í, at ein umhvørviskanning skal gerast, áðrenn seismisku kanningarnar byrja.

 

Sum beinleiðis avleiðing av úrskurðinum hevur Shell sagt sáttmálan við eigararnar av Amazon Warrior upp, og skipið er farið úr aftur afrikonskum sjóøki.

 

Kelda: Maritimedanmark