* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum fær góð ummæli frá Det Norske Veritas

Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum fær góð ummæli frá Det Norske Veritas, sum heldur umhvørvisverndina vera væl skipaða

Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum fekk góð skotsmál, tá Det Norske Veritas var á eftirlitsvitjan fyri stuttum.

Niðurstøðan er, at SEV undir væl skipaðum umstøðum á Sundsverkinum fremur ábøtur á umhvørvisøkinum. Det Norske Veritas hevði bert eina viðmerking og eina minni ávísing um møguleika fyri bata. Eftirlitsstovnurin vísti eisini á, at SEV eigur at duga betur at vísa umheiminum á ábøturnar.

Umhvørvisleiðsluskipanin er ein sonevnd ISO 14001, sum leiðarin fyri heilsu, trygd og umhvørvi á SEV, Annika Berg, setti í verk saman við leiðslu og starvsfólkum fyri fýra árum síðani, og sum HTU-leiðarin dagliga hevur um hendi.

Skipanin hevur til endamáls áhaldandi at minka um dalkingarvandan á stóra oljurikna verkinum, og leiðsluskipanin skal eisini tryggja, at lógarásetingar verða hildnar.

-Eg eri errin av ummælinum frá Det Norske Veritas. Eg taki hetta sum eitt herðklapp til bæði leiðslu og starvsfólk, og tað gevur okkum áræði at halda fram at menna umhvørvisverndina á Sundsverkinum, sigur Annika Berg, HTU-leiðari.

Umhvørvisábøtur framdar á Sundsverkinum
  • Minka um sannlíkindi fyri at olja verður leidd út á sjógv (oljudálking). Ein vandameting av oljuútláti frá oljuriknu verkunum hjá SEV er gjørd saman við COWI A/S. Nýggjar alarmskipanir eru settar upp afturat teimum, sum longu vóru. Tangar eru gjørdir til tess at kunna lofta einum møguligum oljuleka inni á verkinum, og nú er arbeiðið í gongd at útbyggja goymslutangagarðin.
  • Minka útlátið av olju í Kaldsbaksfjørðin. Nýggj reinsiskipan er sett upp, og hon hevur við sær, at markvirðið fyri útláti á 10 ppm verður hildið.
  • Minka um nøgdirnar av burturkasti. Ein burturguvingar-skipan er sett í verk, sum ber við sær, at nøgdin av spillolju, ið verður latin IRF, er munandi minni.
  • Minka um nýtsluna av vaski- og reinsievni. Áherðsla hevur serliga verið á at minka nýtsluna av teimum minst umhvørvisvinarligu evnunum og at finna evni, sum kunnu koma ístaðin. Eisini hevur dentur verið lagdur á handfara vaski- og reinsievni soleiðis, at sannlíkindini fyri óhappi – bæði tá talan er um starvsfólk og umhvørvi – minka.

kelda: sev.fo

www.antares.fo / martinsonny