* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umhvørvis-tangabátur farin av bakkastokki

Fyrsti umhvørvisvinarligi tangabáturin av fýra, Thun Eos, fór av bakkastokki av Ferus Smit-skipasmiðjuni í Hollandi seinasta vikuskiftið.

 

Tað boðar svenska tangabátareiðaríið, Thun Tankers, frá í tíðindaskrivi.

 

- Thun Eos fór av bakkastokki á Ferus Smit-skipasmiðjuni í Westbroek í Hollandi sum tað fyrsta av eini røð upp á fýra umhvørvisvinarligar tangabátar. Thun Eos er 8.000 t.dv., og er í sonevnda E-klassanum.

 

E-klassa-skipini skulu vera effektivari og umhvørvisvinarligari, millum annað við “dual-fuel” framdrátti bæði við LNG og gassolju.

 

Thun Eos verður handaður og fer í arbeiði í heyst. Skipasmiðjan hevur fyrr smíðað 32 skip til Erik Thun Group.

 

Aftrat omanfyri nevndu skipum væntar reiðaríið í oktober mánaða í ár at fáa handað eitt 18.000 t.dv. tangaskip, sum í løtuni verður smíðað á Avic Ding Heng-skipasmiðjuni í Kina, og fimm L-klassa-tangabátar uppá 17.500 t.dv. frá somu skipasmiðju í 2019 og 2020.

 

Kelda: Skipsrevyen