* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umstrítt pólskt felag umvælt donsk skip

Pólska vikarstovan Armex, ið hevur brúkt norðurkoreanskar tvingsilsarbeiðarar, heldur sambært Information upp á at hava umbygt og umvælt fleiri donsk skip í 0´unum. Eigararnir av skipunum vísa hesum aftur.

Danska dagblaðið Information hevur havt atgongd til at blaða ígjøgnum tilvísingarlistan hjá pólsku fyritøkuni, og her kemur m.a. fram, at tvær ferjur hjá Scandlines, ein ferja hjá DFDS og eitt danskt kaðalleggingarskip eru á einum lista yvir "stórar" uppgávur "sum undirveitari til pólskar skipasmiðjur”.

Fyritøkan Armex gjørdist kend í Danmark, tá Information og DR fyrr í vikuni løgdu fram ein sáttmála, ið vísti, at fyritøkan í 2014 fekk norðurkoreanskar arbeiðarar at hjálpa til við byggingini av millum annað danska herskipinum Lauge Koch. Hesum hevur tó tilfars- og innkeypsdeildin hjá donsku verjuni víst aftur.

Information skrivar í dag, at pólska blaðið Gazeta Wytborcza longu í 2006 avdúkaði, at fyritøkan hevði útvegað norðurkoreanskar arbeiðarar til Gdansk Shipyard - og at teir høvdu arbeitt har í fimm ár.

Og júst í hesum tíðarskeiðnum vóru umbyggingarnar á donsku skipunum framdar.

Men hvørki DFDS ella Stena siga seg vita nakað um, hvørjir arbeiðarar arbeiddu á ferjunum á pólskau skipasmiðjuni fyrst í 0´unum.

Kelda: Information