* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ung kvinna toppskorari hjá Søfartens Ledere

Camilla Westergaard, sum er 2. stýrimaður í Maersk Line og útbúgvin á Simac, gjørdist toppskorari á nevndarvalinum á aðalfundinum hjá Søfartens Ledere í gjár. Søfartens Ledere verður lagt saman við Lederne 1. juli.

Camilla Westergaard fekk 326 atkvøður av teimum 1000 atkvøðunum íalt og vann sostatt á núverandi formanninum, Bjarne Cæsar Jensen, sum við 298 atkvøðum gjørdist nr. 2.

Camilla Westergaard sigur, at hon m.a. fer at virka fyri, at donsk sjófólk framvegis vera á skipunum í framtíðini.

Jesper Frederiksen fekk 185 atkvøður og Sven Thormod Petersen fekk 102 atkvøður, og báðir komu í nevndina. Andreas Forsberg Nielsen fekk fægst atkvøður og kemur harvið ikki í nevndina hjá Søfartens Ledere.

Nevndin skipar seg 13. apríl.

Søfartens Ledere hevur gjørt av at gerast partur av felagnum Lederne 1. juli í ár. Avgerðin fekk fulla undirtøku á aðalfundinum.

Kelda: Søfartens Ledere