* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Uppaftur breiðari skip gjøgnum Panamaveitina

Frá 1. juni í ár kunnu uppaftur breiðari skip sigla gjøgnum víðkaðu Panamaveitina, skrivar Søfart.

 

Myndugleikarnir handan Panamaveitina siga í einari fráboðan, at mest loyvda breidd fyri skip í slúsunum frá 1. juni í ár verður økt við tveimum metrum, úr 49 metrum í dag upp í 51,25 metrar.

 

Størsta skipið, sum higartil hevur siglt gjøgnum víðkaðu slúsurnar í Panamaveitini, er bingjuskipið Theodore Roosevelt hjá CMA CGM.

 

Skipið er 48,2 metrar breitt og 365,9 metrar langt, og fór gjøgnum veitina á einum túri úr Asia til eysturstrond USA, skrivar gCaptain sambært Søfart.

 

Bara lítla viku eftir at Theodore Roosevelt fór gjøgnum Panamaveitina fór eitt annað líka stórt skip gjøgnum veitina, nevniliga CMA CGM J Adams.

 

Víðkaða Panamaveitin lat upp fyri skipum í juni í 2016, og higartil hava fleiri enn 3.000 skip siglt gjøgnum veitina.

 

Kelda: gCaptain og Søfart