* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Uppgivin skip koma í havn

Trý fyrrverandi Mærsk-skip, sum hava ligið á nýggju redini uttan fyri Bremerhaven í Týsklandi, sleppa nú inn í havnina í Wilhelmshaven at liggja.

Hóast tey framvegis eita Mærsk nøvn, og litirnir eru Mærsk litir, so hevur Mærsk einki við hesi skip at gera. Nýggi eigarin er úr Marokko, og hesin hevur ongan áhuga í skipunum longur, tí hann er farin av knóranum. Manning er framvegis umborð á skipunum, og millum annað tí verða tey flutt í havn. Nú verður lættari hjá týskum myndugleikum at veita hesum monnum mat og vatn.

Maersk Vigo og Maersk Valetta eru longu komin inn at liggja, og Maersk Vancouver kemur eisini inn at liggja.

Kelda: netavisin.fo