* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Upphøggingarrættarmál kann kosta Seatrade miljónabót

Fyri fyrstu ferð í Evropa er eitt reiðarí stevnt fyri at hava sent skip til upphøggingar á skipasmiðjum í Asia, har “upphøggingarhættirnir eru til vanda fyri lív og heilsu hjá arbeiðarunum og dálka umhvørvið”. Málið er reist í Hollandi og kann kosta Seatrade eina bót upp á 2,35 mió. evrur.

Málið er fyri í rættinum í Rotterdam hesa vikuna, har ákærin umframt bótina eisini krevur, at hald verður lagt á vinningin, sum Seatrade fekk við søluni av fýra skipum, og seks mánaðar fongsulsrevsing til tríggjar av stjórunum í felagnum.

Málið byrjaði í 2013, tá NGO Shipbreaking Platform avdúkaði, at Seatrade í 2012 hevði selt tvey skip til upphøggingarverk í India og Bangladesh.

Ákæran ímóti Seatrade er víðkað til eisini at umfata tvey skip, ið vórðu seld til turkiskar skipasmiðjur, og er grundað á altjóða reglur um útflutning av vandamiklum burturkasti og ES-reglurnar fyri upphøgging av skipum.

Seatrade seldi skipini umvegis felagið Baltic Union Shipbrokers til “cash-buyer” felagið GMS. 

Sambært ákæranum valdi Seatrade av fíggjarligum orsøkum at brúka ein cash-buyer ístaðin fyri at fáa beint fyri skipunum á ein tryggan og umhvørvisrættan hátt.

Myndugleikarnir í Norra, Belgia og Bretlandi fylgja málinum neyvt, tí tey hava líknandi mál undir kanning.

Kelda: Marinelink