* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Uppsagnir á veg í Maersk Drilling

Maersk Drilling fer væntandi siga upp ein hóp av starvsfólkum umborð á boriskipinum ’Maersk Viking’, sum er statt í Meksikanska Flógvanum.

Vantandi arbeiði er orsøkin til, at Maersk Drilling ætlar at siga 84 sarvsfólkum upp. Tað skrivar GCaptain við Houston Business Journal sum keldu.

Talan er um starvsfólk á djúpvatns boriskipinum hjá Maersk Drilling, ’Maersk Viking’.

Skipið hevur í løtuni sáttmála við ExxonMobil í amerikanska partinum av Meksikanska Flógvanum. Sáttmáalin gongur út í apríl.

Fær felagið ikki nýggjar uppgávur til boriskipið, verða uppsagnirnar væntani varandi.

’Maersk Viking’ er eitt Samsung 96K boriskip, bygt í 2014 hjá Samsung Heavy Industries.

Kelda: soefart.dk