* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Uppsjóvarfiskur og laksur tveir triðingar av fiskaútflutninginum

Í fjør fór samlaði føroyski útflutningurin fyri fyrstu ferð uppum 6 mia. kr. Útivið 600 mió. meir enn árið fyri. Ein vøkstur á 10%. 

Hyggja vit bara at útflutninginum av fiski, var vøksturin upp aftur størri, 750 mió. ella 15%. 

Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt. 

Virðið á alifiskinum gjørdi munin 

Tað var serliga alifiskurin, sum gjørdi sítt til, at útflutningsvirðið vaks so nógv. Nøgdin var áleið tann sama í fjør sum árið fyri, men virðið var útivið 2,5 mia. kr., 600 mió. ella 35% størri enn í 2012. 

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er eisini vaksin nógv seinastu árini. 

Makrelur er størsta orsøkin til vøksturin, men tað er eisini útflutt meir av sild og svartkjafti seinnu árini. Í fjør var ikki so stórur vøkstur, men um vit telja fiskaúrdráttir við, har tilfarið í stóran mun er av uppisjóvarfiski, so var eisini stórur vøkstur í fjør. 

Tilsamans eiga alifiskur og uppisjóvarfiskur nú omanfyri tveir triðingar av fiskaútflutninginum, har alifiskur einsamallur stendur fyri 43%. 

Søguliga lítið av botnfiski 

Hóast útflutningurin av botnfiski var eitt sindur hægri í fjør, samanborið við 2012, tá vit máta í tonsum, so var virðið 6% minni enn í 2012. 

Talan er framvegis um, at søguliga lítið er útflutt av botnfiski. Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu. 

Í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37 tús. tons vórðu útflutt. Í fjør vórðu einans 16 tús. tons útflutt. Fyri upsa var metárið 2005 við 41 tús. tonsum, í fjør útfluttu vit 15 tús. tons. Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20 tús. tonsum, meðan útflutningurin av hýsu í fjør var útvið 4 tús. tons.

kelda : hagstovan