* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norsk el-ferja.

Úr ongum upp í 340 skrásett el-skip uppá 2 ár

Eftir tveimum árum eru vit farin úr ongum upp í 340 skrásett el-skip, um hugt verður at øllum heiminum.

 

- Vit síggja stóra øking av ravmagnaðum (elektrifiseraðum) skipum, siga Andrea Aarseth Langli og Sondre Henningsgård, Maritime Battery Forum, við Skipsrevyen.

 

Tey vístu á hagtøl á einari framløgu í gjár. Hagtølini vísa, at talan er um blendingsskip (hybrid-skip), plug-in hybrid (kunnu løðast), og í triðja lagi koma skip, sum eru fult ravmagniseraði.

 

Noreg liggur fremst í menningini, men fleiri evropisk lond eru við, til dømis Svøríki, Finnland, Danmark, Frakland, Týskland Ongland og Holland. Hesi londini eru eisini á veg inn á marknaðin við ravmagnaðum skipum. Skip í USA, Kanada og Avstralia eru eisini við í hagtølunum.

 

Á odda liggja ferðafólkaferjur og bilferjur. Í Noregi hava tey longu ravmagnaðar ferjur, og næstu trý árini skulu 70 ravmagnaðar ferjur vera í Noregi. Men eisini frálandsskip verða uppraðfest til ravmagn, fiskiskip og reikferðaskip.

 

Enn er kortini langt eftir á mál, tí í løtuni hava bara 0,3 prosent av øllum heimsins skipum fingið okkurt slag av ravlaðsrakstri, skrivar Skipsrevyen.

 

Kelda: Skipsrevyen